Ungdómslandsliðið gjørdi um seg í Danmark

Ungdómslandsliðið í borðtennis fekk góð úrslit, tá tað var til kappingina, Brøndby Cup 2007, í Danmark farna vikuskiftið

Mánadagin komu teir 20 leikarinir á føroyska ungdómslandsliðnum í borðtennis aftur á klettarnar, eftir at hava roynt seg í sterku kappingini, Brøndby Cup 2007. Føroyska ungdómslandsliðið hevði undanfarnu trý árini staðið sum vinnari av ferðasteypinum í kappingini, sum verður latið til tað liðið, ið vinnur flest heiðursmerki. Í ár gekk aftur væl, hóast ferðasteypið ikki varð endurvunnið.

Gjørdu um seg
Tað eydnaðist ikki liðnum at vinna ferðasteypið fjórða árið á rað, tó at tað gekk liðnum væl. Serliga var tað 13 ára gamli Jákup Thomasen av Tvøroyri, ið fór illa við danskarunum. Hann vann bæði gull í Drenge C og Drenge D. Eisini var tað 18 ára gamli Ragnar Egilsson úr Havn, ið gjørdi um seg. Landsliðsleikarin fekk sterka mótstøðu, men Ragnar legði líka í. Hann vann 3. deild hjá monnum og U21 B. Nógvir leikarar vórðu koyrdir í sterkar bólkar, so at teir av álvara sluppu at royna seg. Hetta merktist kanska eisini seinni, tá ið liðið stóð sum fjórðbesta lið samanlagt – tó bert 5 stig frá ovasta plássi.

Genturnar skuffaðu
Kvinnuligi leikarinir eru vanligt raskir at vinna føroyska liðnum nógv heiðursmerki, men eins væl gekk ikki í ár. Tær tríggjar Rakul Mikkjalsdóttir, Susie Midjord og Sheila Strøm, standa vanligt einki aftanfyri donsku genturnar, men í ár vunnu tær bert tvey bronsuheiðursmerki. Hesi bæði heiðursmerkini vann 15 ára gamla Sheila Strøm av Tvøroyri. Eisini kann nevnast, at landsliðsleikarin, Susie Midjord, legðist sjúk á túrinum, so hon var ikki á toppinum. Hon plagar vanligt at berjast um allar ovastu rók, men óhepna útfallið forðaði henni hesum í ár.

Kundu vunnið
Bert 5 stig skuldu til aftrat, so hevði føroyska liðið vunnið ferðasteypið fjórða árið á rað. Ikki eina ein sjúk Susie kundi tryggjað liðnum flottu endurvinningina, men eisini forfallið til túrin var í meira lagi. Úttøkan var lagað soleiðis, at tríggir teir fremstu leikarinir í Føroyum sluppu við, men hesaferð var eingin úr mansunglingadeildini við á túrinum. Hesar óhepnu umstøðurnar gjørdu tað ikki meir enn sannlíkt, at eitt annað lið fyri einaferð skyld slapp avstað við steypinum.
Annars kann túrurin bara síggjast sum eitt jaligt tiltak, tí her fáa leikarar á hvørjum ári møguleikan at møta sterkari mótstøðu, enn teir fáa her heima í Føroyum.

----------------------------

Myndatekstur: Jákup Thomasen, Jonhard Ferjá og Páll Heri Nolsøe vunnu øll heiðursmerkini í Dreingir D








Vinnarin av ferðasteypinum tey seinastu árini:

ÁrLið
2007Esløv
2006Føroyar
2005Føroyar
2004Føroyar
2003Hillerød
2002Brøndby BC
2001Brøndby BC










Samlaða støðan í kappingini gjørdist:

Nr.LiðGull (5 stig)Silvur (3 stig)Bronsa (1 stig)Tilsamans
1.Esløv53438
2.England43837
3.Munkedal53236
4.Føroyar43433






Føroysku heiðursmerkjavinnarinir:

Dreingir D
Nr. 1 Jakup Thomasen
Nr. 2 Jonhard Ferja
Nr. 3 Pall Heri Nolsøe

Gentur A
Nr. 3 Sheila Strøm

2. deild kvinnur
Nr. 3 Sheila Strøm

3. deild menn
Nr. 1 Ragnar Egilsson

Dreingir C
Nr. 1 Jákup Thomasen
Nr. 2 Páll Heri Nolsøe
Nr. 3 Jónhard Ferjá

Mansunglingar C
Nr. 1 Fróði Jensen

U-21 B menn
Nr. 2 Ragnar Egilsson