Felagið Tutl er farið undir eitt miðvíst ungdómsarbeiði, tí verða royndir og óroyndir ungdómar nú bodnir at framføra í TUTLhandlinum.
Nýggja átakið byrjar í morgin, tá ið 17 ára gamli Sigmund V. Zakariassen, sum bæði skrivar tekst og smíðar síni egnu løg, spælir í Tutlhandlinum. Sigmund spælir gittar og tónleikastílurin er Singer/songwriter. Til dagligt gongur hann í 1.g í Hoydølum.
- Øll eru hjartaliga vælkomin til ókeypis konsert í TUTLhandlinum, har vit bjóða kaffi og te til tystar sálir, sigur Bjørg Dam, fyrireikari.










