Ungdómshúsið í Klaksvík, sum eitur Húsið, letur nú upp í nýggju hølum. Í hesum sambandi verður skipað fyri almennari móttøku í morgin kl. 17, har møguleiki verður at síggja nýggju hølini.
Í vár og summar hevur verið arbeitt við fullari orku fyri at gera Húsið klárt at lata upp í nýggjum hølum í Atlantis. Ovasta og niðasta hædd í bygninginum skulu nú vera karmur um ungdómshúsið, meðan biografvirksemið heldur fram í miðhæddini.
Beinta Á. Gregersen er í verkætlanarstarvi sum leiðari í Húsinum, og hon gleðir seg til nýggju byrjanina, sum stendur fyri framman.
- Vit kunnu sláa rimmar fast, at Húsið letur upp í heilt nýggjum hami. Vit eru bæði flutt í nýggj høli, og harafturat eru fýra nýggj starvsfólk sett og klár at taka ímóti børnunum og teimum ungu, tá vit lata upp mánadagin.
- Endamálið hjá Húsinum er enn, sum tað hevur verið frá byrjan: eitt stað, har børn og ung kunnu hugna og stuttleika sær saman við kreativum og spennandi ítrivum av ymsum slag, sigur Beinta Á. Gregersen.
Húsið letur upp fyri børnum og ungum mánadagin 20. august.