Ungdómshúsið í Hoyvík ger broytingar

Síðani tíðliga í januar í ár hevur KLUBB 188, sum ungdómshúsið í Hoyvík kallast, havt opið fyri ungdómi í aldrinum frá 6. flokki til 18 ár - trý kvøld um vikuna.

Skipanin við upplatingartíðunum hevur verið skipað eftir aldri, tvs. at týskvøld frá klokkan 18 til 22 hevur verið opið fyri øllum frá 6. flokki til 18 ár, meðan tað fríggjakvøld frá klokkan 20 til 24 hevur verið opið fyri ungdómi úr 6. og 7. flokkunum. Leygarkvøld frá klokkan 21 til 02 hava tey frá 8. flokki til 18 ár havt møguleika at komið í KLUBB 188.

 

Frá í kvøld verða broytingar gjørdar í upplatingartíðunum og aldursbólkunum í KLUBB 188. Talan er í fyrstu syftu um bert ta broytingina, at leygarkvøld verður nú opið frá klokkan 20 til 24, somuleiðis sum, at nú eisini verður opið fyri øllum frá 6. flokki til 18 ár leygarkvøld.

 

Síðani KLUBB 188 byrjaði 15. mars í 2010, hevur verið skipað fyri ymiskum tiltøkum í húsinum, talan er serliga um tónleikatiltøk, og her kann nevnast, at m. a. hava ONION TREE, VÍGDIS FJALLSTEIN, DJ NEIZ, DJ PANDABOY, DJ SUNFLOWER hava framført. Komandi fríggjakvøld 15. apríl verður aftur eitt tónleikatiltal í KLUBB 188, tá verður konsert við GIPSY TRAIN, somuleiðis sum tað verður DJ SHOW. Tiltakið byrjar klokkan 21 og heldur fram til kl. 02.