Ungdómshúsið eitur Pakkhús 4

Seinnapartin sunnudagin var nýggja ungdómshúsið á Tvøroyri karmur um samkomu, har húsið hevði móttøku og navnið á húsinum varð avdúkað. Og eins og húsið er gamalt, so valdi dómsnevndin at halda seg til gamlan sið, tá navn skuldi veljast

Ein rúgva av uppskotum kom inn, men dómsnevndin gjørdi av, at gamla navnið Pakkhús 4 skal nýtast til nýggja ungdómshúsið á Tvøroyri. Harvið verður upprunanavnið varðveitt. Húsið er nevniliga eitt av gomlu pakkhúsunum hjá Thomsen.Tað var Andreas Rødgaard, ið hevði sent hetta uppskot inn, og hann fekk heiðursgávu og 1000 krónur, sum Sverre Midjord, formaður í mentanarnevndini hjá Tvøroyrar Kommunu, handaði honum.

Onnur nøvn eru eisini nýtt inni í húsinum, t.d. Café Zappa og Látrið, og uppskotstillarar til hesi nøvn fingu eisini gávu.

Nógv fólk var komið saman í Pakkhúsi 4 sunnudagin, og semja tyktist um, at karmarnir eru hugnaligur og væl egnaðir. Anna Mortensen er settur leiðari og Trygvi Strøm er hjálparolk. Sunnudagin vitjaðu eisini leiðarar á ungdómshúsum aðrastaðni, t.d. úr Klaksvík og Vestmanna, og allir partar søgdu seg vóna, at samstarv verður millum ungdómshúsini í landinum.

Tónleikabólkurin No Refund spældi og tað gjørdi Rebekka Søndergaard Mortensen eisini. Eftir at navnið Pakkhús 4 var avdúkað, var eldblásing og gykl á bryggjuøkinum, og síðani var aftur høvi at vitja inni og skoða nýumvælda Pakkhús 4, sum framyvir verður karmur um ungdómshús á Tvøroyri. Virksemið verður fyri børnum í skúlaaldri, byrjandi frá 4. flokki. Ætlandi verður býtt sundur, so ymsu aldurbólkarnir koma ymsar tíðir.