Ungdómshús manglar starvsfólk

Páskaferian í ungdómshúsinum í Klaksvík er longd, tí húsið manglar starvsfólk Klaksvíkar kommuna upplýsir á heimasíðu sínari, at Húsið ? tað er virkishús fyri ung ? hevur longda páskaferiu. Ætlanin var, at Húsið skuldi lata uppaftur eftir páskir, men eisini hesa næstu vikuna verður Húsið stongt.

 

Orsøkin er, at tað mangla starvsfólk, eftir at leiðarin er farin í farloyvi og annað starvsfólk er givið.

 

- Húsið havt eina starvslýsing í bløðunum, men alt ov fáar umsóknir eru innkomnar. Hetta ger, at Húsið ikki hevur starvsfólk nokk at lata upp aftur eftir páskafrítíðina. Húsið vónar at kunna loysa hendan trupulleikan sum skjótast og satsar uppá at lata upp aftur týsdagin 1. apríl, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari.