Klaksvík:
Fyri góðum tveimum árum síðani var rok á posthúshorninum í Klaksvík. Ungdómar í hópatali gjørdu uppreistur, tí onki diskotek fyri ung undir 18 ár var í býnum. Rópini av teimum hoyrdust um allan býin, og sjálvur borgarstjórin fekk sítt av illum ungdómum, sum kringsettu bilin hjá honum.
Í dag, næstan tvey ár seinni, er framvegis onki diskotek í býnum fyri tey ungu undir 18 ár. Men nógvar royndir hava verðið gjørdar til tess at skipa fyri ymiskum. Klaksvíkar klubbi legði í eina tíð høli til, so at tey ungu fingu eitt diskotek nakrar ferðir um mánaðin, men tað varð av ymsum orsøkum lagt niður aftur. So støðan í Klaksvík í dag hjá teimum ungu undir 18 ár er, at tey framvegis onki diskotek hava.
Tá rok var, segði borgarstjórin í Klaksvík, at tað var ikki uppgávan hjá kommununi at skipa fyri diskoteki í býnum, og tað heldur hann framvegis. Men hann skeyt so upp, at arbeiðast skuldi fram í móti einum ungdómshúsi.
Og nú tvey ár seinni er líkt til, at tað fer at verða eitt ungdómshús í býnum, áðrenn langt er umliðið.
Læknamiðstøðin verður liðug í oktober eftir tíðarætlanini, og tá flyta so kommunulæknarnir heim í hana, og hølini á Klaksvíksvegnum verða so gjørd til eitt frítíðar og ungdómshús.
Steinbjørn Jacobsen sigur, at kommunan hevur arbeitt við hesum málinum longi, og fegnast hann nú um, at ungdómurin fær eitt hús.
Leiðari setast
Júst hvat og hvussu verður við húsinum, tá hugsað verður um tiltøk og annan aktivitet, vil Steinbjørn ikki siga so nógv um. Tað vil hann leggja í hendurnar á einum komandi leiðara í húsinum, sum kommunan fer at seta. Men hann leggur dent á, at kommunan hevur samtykt, at hetta verður rúsfrítt umhvørvi. Talan er jú um eitt ungdómshús til tey ungu undir 18 ár.
Hann dugir kortini at síggja fyri sær, at húsið kann fara at líkjast Margarinfabrikkini í Havn.
? Tað er so tað, sum vit hava hugsað okkum til, men sum sagt, so verður tað upp til tann komandi leiðaran, sigur borgarstjórin í Klaksvík.
Klaksvíkar kommuna hevur somuleiðis sett pengar av til eitt ungdómshús seinastu tvey árini, so í dag standa umleið 600.000 krónur, sum eru tøkar at nýta til at umvæla og broyta húsini á Klaksvíksvegnum til eitt ungdómshús.
? So skjótt sum læknarnir eru fluttir, verður byrjað upp á hetta, sigur Steinbjørn Jacobsen, sum samstundis ásannar, at hetta er ein máti at halda upp á ungdómin í Klaksvík við atliti til ein komandi undirsjóvartunnil.