Hanus Pál Jógvansson, Valevni á lista E til kommunuvalið
----
Ein av stórstu trupulleikunum í føroyska samfelagnum er arbeiðsloysi, og serstakliga ungdómsarbeiðsloysi.
Hóast hetta ger Tórshavnar kommuna einki aktivt fyri at basa hesum trupulleika. Komandu árini fer kommunan undir nógvar stórar byggiætlanir. Ein nýggj brúgv um Sandá skal byggjast, ætlanir eru um at byggja ein nýggjan Vesturskúla, og um man skal trúgva øllum vallyftunum sum vera givin í hesum døgum verur nógv og fjøltáttað byggivirksemi tey næstu mongu árini. Tá kommunan bjóðar stórar byggverkætlanir út eigur hon at seta sum krav í sáttmálunum at byggifyritøkurnar binda seg til at taka eitt ávíst tal av lærlingum alt eftir hvussu stór verkætlanin er.
Hesi stig fara at minka munandi um arbeiðsloysið í kommununi og samstundis økt um skattainntøkurnar hjá kommununi.
Ynskir tú at basa ungdómsarbeiðsloysinum, so set krossin við Hanus Pál Jógvansson á lista E til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu.










