Ungdóms- og ítróttarpolitikkur

Tey ungu, sum eru við í ítrótti, ganga í kvøldskúla ella eru við í tónleiki hjá musikkskúlanum, hava rímiligar umstøður.

Tey, sum ikki eru við í teimum vanligu tiltøkunum, hava ikki nóg góðar umstøður, og tær mugu mennast.

Ov fá tilboð um dans og hugna eru til tey ungu, sum eru undir 18 ár. Har skal nakað munagott gerast.


Ítróttur

Hópur av fólki íðkar ítrótt í høvuðstaðarumráðnum hvønn einasta dag. Uttanduraítrótturin hevur rættuliga góðar umstøður um summarið.

Men um veturin eru umstøðurnar ikki nóg góðar. Tí er farið undir at byggja eina ítróttarhøll í nýggja býarpartinum Kollafirði, og samtykt og klárt er at fara undir at byggja eina venjingarhøll við skúlan í Hoyvík.

Tað fer samstundis at gera tað liviligari hjá øllum ítróttargreinum, sum verða íðkaðar innandura um veturin.

Og tað skuldi bøtt munandi um umstøðunar.

Ítróttur hevur so stóran áhuga ímillum fólk, at umstøðunar altíð eiga at vera tær bestu.


Heðin Mortensen

býráðslimur og

valevni til býráðið