Ungdómar í USA rópa #MeNext

 Í USA royna ungdómar nú at fáa politikarar til at vakna og broyta vápnalógina í landinum. Um vikuskiftið savnaðust fleiri hundrað fólk í Florida til eina mótmælisgongu, har tey vístu sína ónøgd við verandi vápnalóg. Tey vístu eisini eina ørkymlan um, at ein ungur maður megnaði at gjøgnumføra sítt álop á ein skúla í farnu viku og drepa 17 ung, hóast fleiri høvdu boðað frá einum ivasomum atburði hjá hesum manni.

 

 

 

Fleiri av teimum, sum yvirlivdu skúlaskjótingina á Marjory Stoneman Douglas Gymnasium í farnu viku vóru við í mótmælistiltakinum og ein av næmingunum helt eina dundurrøðu móti amerikanska forsetanum og amerikonskum politikarum sum heild, sum taka ímóti pengum frá vápnaáhugafelagsskapinum NRA.

 

 

 

Síðani hava fleiri ung eisini víst sína ónøgd á netinum við at skriva #MeNext á netinum. Við hesum royna tey at vísa sín ótta fyri, at tey verða rakt næstu ferð ein skúlaskjóting er í USA. Higartil í ár hava 18 skottilburðir verið í skúlum ella nærhendis skúlar í USA.

 

 

 

Donald Trump setti veruliga eld í #MeNext rørsluna, tá ið hann um vikuskiftið skrivaði á Twitter, at orsøkin til, at FBI ikki fangaði hendan gerningsmannin áðrenn var, at tey vórðu ov upptikin við at kanna, um russar hava ávirkað forsetavalið í USA.