Leygarnáttina um fýratíðina fóru nakrir ungdómar til hendurs uttan fyri nýggja dansistaðið í Havn, No Limits. Løgreglan kom á staðið og fekk sissað partarnnar. Ein tíma seinni var aftur galið millum ungdómar. Hesuferð í Pizzakjallaranum. Løgreglan steðgaði tó ófriðinum. Vakthavandi sigur, at tað komu nógvar fráboðanir um ymisk smáting um vikuskiftið. ? Tað hava ikki verið nøkur álvars mál hetta vikuskiftið, men nógv smáttaríir, sum vit eisini skulu taka okkum av, sigur vakthavandi.