Ungdómar skipa 1. mai dagshald í Havn

Í morgin, 1. mai, skipa Sosialistisk Ung og Unga Tjóðvedli fyri fólkafundi á Speaker?s Corner í gongugøtuni í Havn. Tiltakið verður beint eftir 1. maidagshaldið hjá Havnar Arbeiðsmannafelag.

Sambært fyrireikarunum, fara umboð úr ungmannafeløgunum á vinstravonginum at siga sína hugsan.um hesi bæði evnini: Ung og arbeiði og raðfestingar hjá fakfelagsrørsluni í Føroyum.

Í tíðindaskrivi siga tey, at fólkafundurin verður hildin í samband við Altjóða Arbeiðaradagin, 1. mai, og høvið verður nýtt til at vísa á, hvussu stóran týdning tað hevur, at yngra ættarliðið á arbeiðsmarknaðinum verður kunnað og bjóðað við í fakfelagsrørsluna í Føroyum.

Norðurevropa hevur altíð verið ein háborg fyri arbeiðararørsluni í vesturheiminum og hendan borgin má verjast, um vit vilja varðveita ta sterku vælferðarskipanina, sum ferð eftir ferð hevur prógvað sítt virði í kanningum um livistøði hjá miðalhampafólkinum.

Sagt verður, at røður frá limum í SU og UT verða at hoyra, og síðan verður orðið frítt.