Nýggj uppgerð frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vísir, at flestu tilburðirnir av H1N1-beinkrími er millum ung í aldrinum 10 til 20 ár. Starvsstovan hevur nú kannað 405 persónar og staðfest 134 tilburðir. Samanlagt hava 142 føroyingar fingið staðfest beinkrímið.
Framvegis verða nýggir tilburðir staðfestir av krímsjúkuni H1N1 í Føroyum. Í nýggjari uppgerð frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni framgongur, at síðani seinastu fráboðan eru 52 fólk kannað, og 13 hava fingið staðfest H1N1 virus.
Heimsheilsustovnurin WHO tekur í nýggjari frágreiðing samanum, hvørjar royndir, ið higartil eru gjørdar av Influensu A (H1N1). Stovnurin staðfestir, at nýggja influensaslagið er vorðið mest vanliga influensa í meginpartinum av heiminum, og at londini á norðara hálvkúlu skulu fyrireika seg til eina nýggja bylgju av smittuspjaðing komandi mánaðirnar.
WHO vísir samstundis á, at Influensa A (H1N1) hevur havt við sær fleiri tilburðir av álvarsomum sjúkum - eisini hjá ungum í aðrar mátar røskum fólkum; hetta er sjáldsamt við ?vanligari? influensa.
Føroyskir myndugleikar eru fyrireikaðir upp á, at Influensa A (H1N1) fer at raka eitt stórt tal av føroyingum komandi mánaðirnar, og at sjúkan kann gerast álvarsom hjá nøkrum.
- Vit fylgja gongdini og gera broytingar í tilmælum og leiðbeiningar, so hvørt sum nýggj vitan kemur fram um sjúkuna, eitt nú viðvíkjandi vandabólkum. Tað týdningarmesta er framvegis, at fólk vaska sær ofta um hendurnar, hosta ella njósa í ermuna, og at ein er heima, um ein er sjúkur, sigur landslæknin.










