Ungdómar á gallaveitslu í kvøld

Luttakarar í barnaróðrinum í ár eru í kvøld á gallaveitslu í Havn.

Barnaróðurin kemur í kvøld til heiður og æru.

 

Barnaróðurin verður ikki varpaður í útvarpi og ikki vístur í sjónvarpi. Men eins og til kappróðurin hjá teimum vaksnu, so er hørð kapping og nógvir fjepparar, har mong eru systkin, vinir, foreldur og ommur og abbar.

 

Í kvøld er gallaveitsla fyri teimum, ið hava tikið lut í barnaróðrinum í ár. Gallaveitslan er í Bridgehúsinum í Havn.

 

Fyrireikararnir siga, at hetta er fyri at vísa teimum ungu virðing og fyri at eggja teimum til at halda fram, samstundis sum tey fáa eitt hugnaligt kvøld.

 

Á skránni er sodavatn, pizza og síðani dansur.

 

Veitslan byrjaði í kvøld klokkan 19, og tá myndamaður okkara var framvið beint fyri klokkan 19, byrjaðu veitsluklødd ungfólk at koma inn í Bridgehúsið og sessast. Gentur í stásiligum kjólum, smyrsli og flottum hári, og dreingir í klædningi, skjúrtu og slipsi og við gelé í hárinum. Stílur er í, júst sum tað sømir seg til eina gallaveitslu.

 

Umframt mat, drekka og dans, so verða eisini skreytbløð handað í kvøld á gallaveitsluni, ið endar klokkan 01 í nátt.