Ungarskir miðlar halda tað var brotsspark

(Ljóðsamrøður) Hoyr Andras Gango og Christian Høgna Jacobsen taka samanum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum in.fo gjørdi við Andras Gango og Christian Høgna Jacobsen aftaná dystin í Budapest.

 

Andras Gango tók samanum tað, sum størstu ítróttarmiðlarnir skrivaðu í Ungarn. Teir vóru ikki í iva um, at Føroyar áttu brotsspark, tá Kaj Leo í Bartalsstovu var feldur, og skrivar tann eini miðilin eisini, at Ungarn fekk eysturríkska hjálp - og tá verður sipað til dómaran í dystinum - fyri at kunna vinna dystin.

 

Christian Høgni Jacobsen var sera nøgdur við avrikið og hugburðin, hóast javnleikurin ikki fekst til høldar. Christian Høgni heldur, at spælararnir nú hava størri sjálvsálit, sum frálíka málið eisini ber boð um. Stóran lut í hesi menningini eigur U21 landsliðið, sum hevur verið við til at ment spælararnar.