Ungarsk, norsk og kroatisk mótstøða í EHF European League

Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Nykøbing Falster skulu spæla seks European League dystir í januar og februar

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Nykøbing Falster fáa ungarska, norska og kroatiska mótstøðulið í bólki C í EHF European League.

 

Nykøbing Falster er í bólki C:

 

  • DVSC Schaeffler Debrecen (HUN)
  • Nykøbing Falster (DEN)
  • Sola HK (NOR)
  • HC Podravka Vegeta (CRO)

 

Debrechen endaði á triðja plássinum í bestu ungarsku deildini farna kappingarár. Sola HK er eitt lið í økinum kring Stavanger í Noregi. Sola endaði á einum triðja plássi í bestu norsku deildini undanfarna kappingarár. Podrovka Vegeta endaði á einum øðrum plássi í bestu kroatisku deildini.

 

Teir seks bólkadystirnir skulu spælast millum 7. januar og 19. februar. Tvey tey ovastu liðini vinna seg víðari til fjórðingsfinalurnar.

 

##med2##

 

Annika er fyrsti føroyski kvinnuliga hondbóltsleikarin, ið fer at taka lut í so stóra evropeiskari kapping fyri felagslið.

 

Hákun West av Teigum og lið hansara, Skanderborg Århus kappast í European League hetta kappingarárið. Undanfarna kappingarár kappaðust Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof í European League.