Ungarska stjórnin hevur koyrt stjóran fyri landsins veðurtænastu til hús. Eisini varastjórin er sagdur úr starvi. Tað upplýsir tøknimálaráðið, sum veðurtænastan í Ungarn hoyrir undir.
Teir báðir hava fingið sekkin tveir dagar eftir, at eitt ætlað stórfingið show við fýrverki í sambandi við ungarska tjóðardagin, varð útsett vegna ótta fyri stormi.
Sambært veðurvánunum var 75-80 prosent váði fyri ógvusligum stormi í høvuðsstaðnum, Budapest, leygarkvøldið.
Men stormurin kom ongantíð, og tað vakti ans í miðlum við tøttum bondum til stjórnina við forsætisráðharranum Viktor Orbán á odda.
Ráðið hevur onga frágreiðing um uppsagnirnar.
Stjórnarvinarligir miðlar hava funnist at veðurtænastuni fyri ávaring um torðustorm og ógvusligar hvirlur leygarkvøldið.
Onlineblaðið Origo hevur skrivað, at veðurtænastan hevði givið »misvísandi kunning um ringa veðrið«. Og tað førdi sambært blaðnum til, at liðið, sum stór fyri trygdini við fýrverkinum, varð villleitt.
Veðurtænasta bað sunnudagin um umbering og vísti til, at óvissa er ein partur av at gera veðurtíðindi.
Í 2006 doyðu fimm fólk, og fleiri enn 300 fingu skaða, tá ódnarveður var á tjóðardegnum, meðan showið við fýrverki fór fram.
Tað loypti fjáltur á meira enn eina millión fólk, sum vóru savnað fyri at síggja fýrverkið.
Síðani tá hevur stjórnin brúkt veðurvánir fyri at gera av, um fýrverkið skal sendast í luftina.
Ungarn minnist á hvørjum ári tann 20. august landsins stovnara, Stefan 1. av Ungarn, sum livdi frá 975 til 1038.
Ætlaða fýrverksýniningin, sum verður lýst sum tann størsta í Evropa, er útsett til seinni í vikuni.
Andstøðan hevur áður funnist at fýrverkinum fyri at vera spill av pengum, tá landsins búskapur er í trupulleikum.
/ritzau/AFP