Meðan danskarar og svenskarar eru sera spentir um uppgerðina teirra millum í EM-Play Off dystunum, og fá fólk í báðum londum kenna seg sigursvís, so er støðan heilt ein onnur í Noregi, sum skal møta Ungarn í tveimum EM Play Off dystum.
Norðmenn, bæði venjarar, spælarar, fótbóltstíðindamenn og fjepparar kappast um at nevna Ungarn eitt lætt mótstøðulið, og kenna norðmenn seg rættiliga sigursvísur um teir báðar EM-Play Off dystirnar ímóti Ungarn, sum hevði sítt hoyggj við at vinna 1-0 og 2-1 yvir Føroyum í undankappingini.
Men nú biður ein fyrrverandi Brann Bergen spælari úr Ungarn, Zsolt Korcsmár (myndin) norðmenn um at dempa seg, og ikki kenna seg so sigursvísar. Ungarski verjuspælarin sigur við norska TV2, at um norðmenn ikki ansa sær, so kunnu teir koma at angra síni orð: - Eg havi eina kenslu av, at norskir miðlar, og tað norska fólkið ikki hevur nóg nógva virðing fyri Ungarn, sigur Zsolt Korcsmár.
Zsolt Korcsmár, sum spældi við Brann Bergen, árini 2010-2013 hevur hinvegin virðing fyri Noregi: - Tað verða tveir torførir dystir. Bæði liðini eru sterk og stabil í verjupartinum, men mangla nakað í tí framrættaða partinum. Vit hava ikki tær stóru stjørnurnar, sum kunnu avgera dystirnar, men tað hevur Noreg heldur ikki. Eg trúgvi hart liðarbeiði verður avgerandi fyri hvørt av liðunum vinnur seg í EM-endaspælið, sigur Zsolt Korcsmár við norska TV2.
Zsolt Korcsmár er byrjaður inni í einum dysti hesa EM-undankappingina.










