Ungarn fingið umstrídda grundlóg

Ein nýggj grundlóg, sum kom í gildi í Ungarn í dag, hevur verið fyri hvøssum atfinningum, tí fleiri halda, at hon gongur ímóti demokratiskum prinsippum og er í stríð við galdandi reglur í ES.

Í ungarska tjóðartinginum atkvøddu tveir triðingar av tingmanningini fyri lógini, men andstøðuflokkurin DK atykvøddi ímóti. Flokkurin sigur, at eingin demokratur kann taka undir við lógini, tí at hon tænir bara einum einstøkum flokki. Tað sama hevur fyrrverandi belgiski ráðharrin Guy Verhofstadt sagt. Hann er formaður í tí liberala bólkinum í Evropatinginum. Eisini amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, og Amnesty International hava funnist at teirri nýggju grundlógini í Ungarn.

Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orban, vísir øllum atfinningunum aftur. Hann sigur, at eingin uttan fyri Ungarn skal gera av, hvørjar lógir landið ger.