Ungarn fingið nýggjan venjara

Føroyar vóru við til at gera tað trupult hjá Bernd Storck, ið síðani hevur fingið sekkin.

Tað kostaði ungarska landsliðsvenjaranum, Bernd Storck, starvið, at hann og Ungarn høvdu eina ivasama HM-undankapping og stríddust við sjálvastu Føroyar um triðja plássið í bólkinum.


Eitt nú spældi Ungarn 0-0-javnleik ímóti Føroyum á Tórsvølli og vann seinna dystin á heimavølli tepurt 1-0. Trýstið á Bernd Storck var risastórt, og eftir undankappingina fekk hann sekkin.


Ungarn hevur nú sett ein nýggjan mann í starv, sum skal fyrireika liðið til EM-undankappingina fram ímóti endaspælinum í 2020. Hann kemur úr Belgia og eitur Georges Leekens.


Georges Leekens er 68 ára gamal, og hann hevur áður verið venjari hjá Club Brugge og hjá belgiska landsliðnum. Hann var seinast venjari hjá Algeria.


Eisini danski Morten Olsen var upp á tal sum venjari hjá Ungarn. Við DR sigur Morten Olsen, at hann segði “nei takk”, og at hann einans byrjar aftur sum venjari um eitt sera áhugavert tilboð stingur seg upp.