Líkt er nú til, at Ungarn, sum er eitt av limalondunum í verjusamgonguni Nato, í næstum fer at taka støðu til umsóknina hjá Svøríki og Finnlandi um Nato-limaskap.
Á Facebook skrivar forsetin í Ungarn, Katalin Novák, at upptøkan hjá londunum báðum er "rættvísgjørd", sum hon tekur til. Júst, hvat liggur í hesi útsøgn, er tó ikki greitt.
Ungarn er eitt av limalondunum í Nato, sum enn ikki hevur góðtikið Svøríki og Finnland sum komandi limir í verjusamgonguni. Hitt landið er Turkaland.
Tjóðartingið í Ungarn byrjar umrøðuna um limaskapin hjá Svøríki og Finnlandi í dag og fer væntandi at atkvøða um spurningin í næstu viku.
- Onkur heldur, at hetta er ein einfaldur, tekniskur spurningur. Tað er tað ikki. Hetta er ein fløkjaligur spurningur við álvarsligum avleiðingum. Tí er neyðugt við varsemi, skrivar forsetin.
Katalin Novák leggur aftrat, at hennara støða er greið.
- Í núverandi støðu er upptøkan av Svøríki og Finnlandi rættvísgjørd, og eg havi álit á, at tjóðartingið fer at taka eina klóka avgerð skjótast gjørligt.
Norska Dagbladet, sum endurgevur forsetan, leggur aftrat, at forsetin í Ungarn er limur í flokkinum hjá forsætisráðharranum, Viktor Orbán, og flokkurin kallast Fidesz.
Tað er ein regla í Nato, sum sigur, at skulu nýggj limalond takast upp í verjusamgonguna, skulu tjóðartingini í øllum verandi limalondum vera samd um upptøkuna.











