Sum væntað vann mið-høgraflokkurin Fidesz fyrra umfar av tjóðartingsvalinum í Ungarn í gjár, men sigurin bleiv størri, enn roknað varð við. Tá 99 prosent av atkvøðunum vóru taldar upp, hevði Fidesz fingið 52,8 prosent og 206 av teimum 386 tinglimunum, sum skuldu veljast í fyrra umfari.
Sosialistaflokkurin, sum hevur sitið í stjórn, fekk góð 19 prosent.
Tað seinna valumfarið verður tann 25. apríl, og tað kann henda, at Fidesz fær avgjørdan meiriluta tá.
Flokkurin, sum hevði stjórnarvaldið í Ungarn frá 1998 til 2002, hevur lovað fólkinum minni skatt og fleiri arbeiðspláss.