Landsliðið hjá Ungarn lendi vesturi í Vágunum í gjárkvøldi og er til reiðar til landsdystin ímóti Føroyum á Tórsvølli í morgin.
Týski venjarin hjá Ungarn, Bernd Storck, sigur, at ungarar skulu leggja EM-endaspælið í Fraklandi í summar afturum seg og hugsavna seg um avbjóðingarnar í komandi undankappingini.
- EM-endaspælið er farið aftur um bak, og vit mugu hyggja frameftir. Í nýggju undankappingini eru øll jøvn og byrja frá 0. Sjálvandi kunnu vit brúka jaligu løturnar úr EM-endaspælinum til nógv, men nú leggja vit dent á fyrsta undankappingardystin ímóti Føroyum, sum als ikki verður lættur, sigur Bernd Storck við heimasíðuna hjá ungarska fótbóltssambandinum.
Seinni í dag venur ungarska landsliðið á Tórsvølli. Hetta verður seinasta venjingin áðrenn Føroyar og Ungarn bresta saman í morgin til fyrsta dystin í undankappingini til HM í Russlandi í 2018.