Ungar kvinnur við sjálvmorðstonkum

Í Grønlandi hevur næstan fjórða hvør kvinna, sum er undir 24 ár, havt sínar sjálvmorðstankar seinasta árið.

 

 

Tað eru fleiri kvinnur enn menn í Grønlandi, sum hava havt sínar sjálvmorðstankar seinasta árið. Tað vísir ein spildurnýggj kanning, sum er gjørd í Grønlandi.

Kanningin, sum www.sermitsiaq.ag endurgevur, vísir, at tað serliga eru yngri kvinnur millum 15 og 24 ár, sum hava gingið við tonkum um at fremja sjálvmorð.

Tað er Statens Institut for Folkesundhed, ið hevur gjørt kanningina, sum í breiðari høpi snýr seg um fólkaheilsuna í Grønlandi.

Í øllum aldursbólkum høvdu fleiri kvinnur enn menn hugsað um sjálvmorð seinasta árið, staðfestir kanningin.

Kanningin, sum www.sermitsiaq.ag endurgevur, vísir, at talið av kvinnum við sjálvmorðstonkum í Grønlandi seinasta árið er hetta:

15-24-ár: 22 prosent

24-34-ár: 13 prosent

35-59-ár: 9,7 prosent

+60-ár: 3,9 prosent

...

Hjá monnunum eru tølini yvir sjálvmorðstankar lægri enn millum kvinnur. Tølini hjá monnum eru í kanningini hesi:

15-24-ár: 11 prosent

24-34-ár: 7,5 prosent

35-59-ár: 3,3 prosent

+60-ár: 0,8 prosent