Ungar kvinnur kenna seg skitnar eftir sex

At hava sex í 13-14 ára aldrinum fær ikki bert kvinnur at kenna seg illa júst eftir hendingina ? tað fylgir teimum alt lívið

?Skitin? ella ?virðisleys? eru tey orð, ið greiða frá kenslunum hjá ungum kvinnum, tá tær hava sex, áðrenn tær eru nóg búnar.

 

Hetta staðfesta fólkini handan ?girltalk.dk?, ið er ein donsk samskiftisheimasíða fyri ungar kvinnur í aldrinum 12 ? 24 ár. Har eru kvinnur frá øllum ríkinum.

 

Ein royndur sexologur sigur, at kvinnur seinni í lívinum missa hugin til sex, um tær eru farnar ov tíðliga í gongd.

 

- Nógvar kvinnur í byrjanini av 20?unum koma til mín, tí tær hava havt sex, áðrenn tær vóru til reiðar. Nú hava tær mist hugin, og tað er ein vansi fyri teirra parlag til makan, sigur sexologur og psykoterapeautur Margit Kyndal.

 

Vaksandi sex-ráðgeving

Tær kvinnur, ið venda sær til girltalk.dk við hesum trupulleikanum, eru 13-14 ár og eldri.

 

Tær hava kent seg trýsta til sex av vinkonum, ið hava roynt tað, og av umstøðunum, tí tær skulu liva upp til eitt mál, sum tær síggja í sjónvarpinum, á netinum, í bløðum og aðrastaðni.

 

- Tær ungu kvinnurnar hava stóra vitan um sex, men tær eru ikki líka væl fyri, tá ið spurt verður inn til tær kensluligu avleiðingarnar av sex, sigur Margit Kyndal við bt.dk

 

- Aftaná kenna tær seg virðisleysar og skitnar, og seinni kunnu tær kenna seg ógvuliga einsamar, og fáa varugt mein sálarliga. Tær vilja verða ?normal? líka sum øll onnur, og tískil halda tær mangan fram við sex, hóast tær fáa neiligar kenslur fram av tí.