GRAVIDITETUR
- Eg var hjá trimum læknum, og eingin kundi hjálpa mær, so eg var noydd at taka málið í egnar hendur, sigur 24 ára gamla føroyska kvinnan, sum tá var 18 ár.
Føroyska fosturtøkulóggávan er torfør hjá ungum kvinnum at skilja. Summar fáa játtað fosturtøku frá læknunum, meðan aðrar fáa noktandi svar. Hetta hevur ført við sær, at føroysku kvinnurnar taka málið í egnar hendur og gera alt sum til ber, til tess at fáa fostrið burtur. Orsøkirnar kunnu verða nógvar, men hava eitt til felags. Barnið er óynskt.
Sosialurin hevur prátað við eina føroyska kvinnu ið ynskir at verða dulnevnd, og vit kalla hana fyri Anna.
Anna fór til læknan fyri seks árum síðani, tá hon var við barn og ikki ynskti at føða tað. Hon fekk noktandi svar, og áðrenn hon tók málið í egnar hendur, hevði hon verið hjá trimum ymsum læknum, men eingin hjálp var at heinta.
- Eg visti ikki, hvat eg skuldi gera, tí eg var slett ikki klár at fáa barn, og eingin kundi hjálpa mær, sigur Anna.
Við sex fylgir ábyrgd
Mamma Onnu var rúsdrekkamisnýtari, og Anna varð send á barnaheim sum ung genta. Hon hevði onga familju ið kundi stuðla henni, og svarið læknarnir góvu, var als ikki henni til hjálpar.
- Eg fekk at vita frá læknunum, at var eg gomul nokk at fara í song við onkrum, var eg eisini gomul nokk at taka avleiðingarnar av tí, sigur Anna, ið als ikki er samd við læknarnar.
- Ein kann fara í song við onkrum bert 13 ára gamal, og eg skilji als ikki, hvussu læknarnir kunnu siga, at tað hongur saman við slíkari ábyrgd, sigur Anna.
Trupli uppvøksturin var orsøkin til, at Anna kendi seg noydda at beina fostrið burtur.
- Eg hevði einki álit á vaksnum fólkum og føldi, at eg ikki kundi útseta eitt barn fyri tað sama, sum eg hevði verið í gjøgnum. Eg var ikki før fyri at verða ein fyrimynd hjá barninum, sigur Anna.
Anna greiddi læknunum frá trupla lívi hennara, men hetta tóktist tó ikki verða nóg góð grundgeving fyri fosturtøku.
- Eg hevði ynskt, at eg hevði fingið bjóðað sálarliga hjálp, soleiðis at eg ikki kendi meg so einsamalla, sigur Anna.
Ráð frá vinkonunum
Anna kendi seg verða í einari truplari støðu og vendi sær til eina vinkonu við vón um at fáa hjálp hagani.
- Eg hevði ikki ráð at fara til Danmarkar at fáa fosturtøku, so eg gjørdi sum ein vinkona ráddi mær til, nevniliga at taka tríggjar pakkar av p-bollum og fáa fosturtøku á hendan hátt, sigur Anna.
Hetta er sambært Onnu ikki eitt óvanligt fyribrigdi í Føroyum, og vit nærmast tvinga okkara ungu kvinnur í hesa støðuna sigur hon.
- Eg eri ikki tann einasta sum havi gjørt hetta, og tá eingin annar møguleiki er, so eru p-bollarnir vanligi útvegurin, sigur Anna.
P-bolla royndin eydnaðist
Nakrar dagar aftan á Anna tók hesar p-bollar, eydnaðist tað henni at missa fostrið.
- Eg fór at bløða nakrar dagar aftaná, og tók síðani eina graviditets test ið vísti, at eg ikki longur var við barn, sigur Anna í samrøðu við Rás2.
Fostutøkulóggávan letur avgerðina liggja hjá hvørjum einstøkum lækna, og avgerðin er mangan tengd at ymsum viðurskiftum í lívinum hjá kvinnuni.
- Eg havi als ikki verið sálarliga væl fyri um tað mundið, eg gjørdist við barn, so eg skilji ikki, hví læknarnir ikki kundu játtað mær fosturtøku, tá eg var so mikið óstabil, sigur Anna at enda.
Ovurnýtsla av p-bollum ikki hættisligt
Formaðurin í Kommunulæknafelag Føroya, Jaspur Petersen, sigur tað vera óheppið at taka ov nógvar p-bollar. Tó metir hann tað ikki vera beinleiðis hættisligt fyri likamið hjá kvinnunum.
Jaspur Petersen heldur tað vera óheppið, at kvinnur taka meira p-bollar, enn ávíst er.
- Tað er sjálvandi ongantíð gott at taka ov nógvar av slíkum tablettum.
Ein annar lækni váttar yvir fyri Sosialinum niðurstøðuna hjá formanninum í kommunulæknafelagnum.
Jaspur Petersen sigur, at tað ikki er møguligt hjá honum at svara nágreiniligt upp, júst hvussu skaðiligir p-bollarnir kunnu vera, um ov nógvir verða tiknir. Tó ger hann vart við, at ovurnýtslan ikki er hættislig fyri likamið hjá kvinnuni.
Hetta verður eisini vátta hjá donsku giftlinjuni, ið mugu metast at vera serfrøðingar á økinum. Føroyskir læknar nýtja júst giftlinjuna, tá ivi kann setast við, um ymisk evni eru vandamikil fyri likamið ella ikki.










