Unga ættarliðið brýtur upp úr nýggjum

SO gjørdu tey aftur vart við seg - hesir ungu føroyingarnir í kapping í øðrum londum. Vit tosa ikki um fótbólt. Men um tónleik. Nú um dagarnar vann ein av næmingunum hjá Tórshavnar Musikkskúla ein rættiliga stóra kapping í Danmark, og stutt eftir tað gjørdust trý ung frá Musikkskúlanum millum tey trý bestu í eini aðrari stórari tónleikakapping.

VIT eiga sum føroyingar at vera errin av hesum ungu fólkunum og skulu vit ynskja teimum tillukku. Tað er sera hugaligt at vita sær, at vit hava ungfólk, sum eiga framtíðar møguleikar innan tónleikalívið Men tað er kanska eisini vert at hava í huga tann týdning, sum okkara undirvísingarskipan og tónleikaumhvørvi annars hava fyri at kunna røkka slíkum frægum úrslitum. Tað verður mangan sagt og við røttum, at undirvísingin og eisini eitt professionelt fakligt umhvørvi hava alstóran týdning fyri menningina í einum landi. Her hava vit kanska mangan verið eftirbátar, tí okkum hevur tørvað bæði tað fakliga professionella umhvørvið og ta neyðugu undirvísingina.


SOHVØRT vit hava bygt út okkara miðnámsskúlar og hægri skúlar, og hava fingið ein Fiskivinnuskúla burturav, so síggja vit eisini úrslit: okkara næmingar vinna altjóða kappingar. Hetta merkir, at vit hava fatur í tí rætta endanum, og vit síggja her eisini eitt samspæl millum teori og praksis tvs. millum skúlan og vinnulívið.


OG fara vit so inn á mentanarøkið, so vita vit, at júst musikkundirvísing hevur ikki verið nóg høgt prioriterað. Men her er vissuliga nakað, sum vit eiga at gera íløgur í.Og eru tey frálíku úrslitini hjá teimum ungu føroyingunum, sum hava luttikið í kappingum í Danmark, eitt gott prógv um. Vit eru fá men kunnu bara vit vilja. Fortreytin er tó tann, at okkara politikarar og myndugleikar duga at síggja týdningin av at gera íløgur í skúlar tað verið seg Fiskivinnuskúlar, Musikkskúlar ol. Verðin verður minni og minni við teimum stóru tøkniligu framstigunum, og tí er sjálvandi lættari at nema sær kunnleika úti í verð. Men tað er ómetaliga týdningarmikið, at vit menna okkara egnu útbúgvingarskipanir, soleiðis at føroyingar longu frá ungum aldri kunnu fáa frálæru - verða hildnir til. Vónandi fáa góðu úrslitini hjá okkara ungu musikktalentum eina positiva ávirkan á tey, sum skulu til at stýra Føroyar inn í eina nýggja øld. Tillukku til næmingarnar og tillukku til tykkum, sum hava lagt teimum lag á