Í hesum døgum er eitt umboð fyri Unga Tjóðveldi á ráðstevnu í spanska býnum Barcelona. Talan er um Elsa Berg, ið umboðar Unga Tjóðveldi á ráðstevnuni, har hon millum annað skal greiða katalonum og øðrum frælslyntum evropearum um føroyska tjóðarskapar- og loysingarstríðnum, umframt at hon skal luttaka á tjóðardegnum hjá Katalonia.
Tað er gjøgnum felagsskapin European Free Alliance Youth, sum Unga Tjóðveldið hevur atlimaskap í, at Unga Tjóðveldi luttekur á ráðstevnuni. EFAy er ungdómsvongurin hjá parlamentariska tingbólkinum European Free Alliance (EFA), ið saman við European Greens, umboðar tjóðskaparrørslurnar og grønu rørslurnar í Evropa parlamentinum.










