- Hesi vóru orðini hjá løgmanni á sjónbandsupptøku, ið var víst í sambandi við almannakunngeringina av konseptinum Support Faroese Indepence (SFI)15. mai 2009 í Reinsaríum í Havn, sigur Unga Tjóðveldi.
Ungu tjóðveldis fólkini siga, at lyftið hjá løgmanni var, at um vit megnaðu at útvega 50.000 undirskriftir, so skuldi hann útskriva fólkaatkvøðu um loysing (ella samband). Herferðin at savna undirskriftir er byrjað!
Unga Tjóðveldið saman við Peturi Pólson skapti hetta konsept fyri at menna kjakið um loysing til at vera viðkomandi fyri hvørt einstakt menniskja, sum býr í Føroyum. Hugskotið handan SFI er, at eingin einstaklingur ella tjóð skal geva seg undir nakran hægri myndugleika, men heldur søkja frælsi - bæði mentalt og praktiskt.
Slagorðið hjá SFI er ?alter the states of the mind?. Hetta skal skiljast, sum at vit skulu broyta sinnisstøðu okkara og sleppa okkum av við trælalyndið, men samstundis eisini, at vit skulu broyta okkara støðu til, hvørjar tjóðir (ella hvørjir ?statir?) eru til. Hetta orðaspæl lýsir best okkara ríkisrættarligu støðu, sum er ein samantvinning av trælyndi hins einstaka og tjóðarloysi lands okkara.