- Eg haldi ikki vit kunnu fara ímóti samgonguni. Sjálvandi er tað óheppið, at vit mugu skerja útbúgving, men skulu vit velja ímillum heilsuverk ella útbúgving, so velja vit heilsuna, sigur Mirjam Michelsen, forkvinna í unga Sambandi Unga Samband hevur avgjørt, at tey ikki vilja vera við til mótmælisgonguna klokkan 16 í dag, hóast næstan øll hini ungmannafeløgini eru við.
- Vit mugu skera onkustaðni, og so er tað bara óheppið, at tað rakar útbúgvingina, sigur Mirjam Michelsen, og leggur afturat, at tá tíðirnar gerast betri, so gevur tað meira meining at hava útbúgvingar í Føroyum.
Hon vísir somuleiðis á, at hóast búskaparfrøðingar í øllum heiminum meta, at útbúgving er týndingarmikil í krepputíðum, so vita vit ikki, um kreppan í Føroyum líkist kreppuni í restini av heiminum.
Somuleiðis vísir hon á, at tað er avmarkað, hvussu nógvir heysar høvdu fari at lisið á deildini hjá Fróðskaparsetrinum, umframt at vit hava góðar møguleikar at lesa aðrastaðni í heiminum.
Tískil vil ung Sambandi ikki vera við til mótmælisgonguna í dag, tí hetta er ein spurningur um raðfestingar, og beint nú hava onnur støð størri tørv enn júst útbúgving.









