Unga Maria og royndi Filip ársins áleyparar

17 ára gamla Maria Halsdóttir Weyhe úr H71 og Filip Jojic úr VÍF eru aftur heiðrað á hondbóltsgallaveitsluni í kvøld. Umframt at vera bestu málskjúttar í fremstu hondbóltskappingini hjá kvinnum og monnum, eru tey bæði fyri løtu síðani kosin til ársins áleyparar. Hetta er triði heiðurin hjá Mariu Halsdóttir Weyhe, sum eisini varð vald til ársins stjørnuskot fyrr í kvøld.

 

Maria Halsdóttir Weyhe varð vald til besta áleypara í Hvonn-deildini við 35 atkvøðum. Liljan Djurhuus, sum vann greipuna saman við VÍF í ár, fekk 24 atkvøður, og liðfelagi hennara, Agnas Olsen, fekk 19 atkvøður.

 

Filip Jojic vann eisini heiðurin sum ársins áleypari rættiliga sannførandi. Hann fekk 38 atkvøður, sum eru seks atkvøður fleiri enn Rasmus Søby úr Neistanum á øðrum plássi. Hans Eli Sigurbjørnsson úr KÍF fekk 25 atkvøður.