August er mánaðin, har tey ungu flyta heimaífrá. Men frælsiskenslan verður ofta køvd í botninum á vesikummuni, tí tey ungu hava ikki lært grundleggjandi reinføri í køkinum. So verða tey smittað av campylobacter-bakterium, sum stórtrívast í einum skitnum køki!
Hetta sigur danska matvørustýrið í herferðini »clean eller klam«, sum fór av bakkastokki í januar í ár.
Sagt verður, at ung, sum júst eru flutt heimanífrá, eru tí í tríggjar ferðir so stórum vanda fyri at gerast sjúk av matbakterium enn børn og ung, sum búgva heima.
Danska matvørustýrið metir, at av teimum umleið 50.000 sjúkutilburðunum árliga vegna campylobacter-bakteriur, eru eini 10.000 ung millum 15 og 24 ár. Men samstundis verður roknað við, at veruligu tølini eru nógv hægri, tí øll fara ikki til læknan og verða tí ikki skrásett.
Kollegiini ringast fyri
Tað er eisini prógvað, at talið av sjúkutilburðum veksur á hvørjum ári. Roknað verður við, at orsøkin helst er, at tey ungu fáa alt minni við í førninginum heimaífrá, og tí tey skunda sær ov nógv, tá tey matgera, sigur matvørustýrið.
Tað eru serliga í ungdómsbústaðum og á kollegium at støðan er ring í køkinum. Oftast tí tey ungu blanda sevju frá høsnarunga saman við óviðgjørdan mat. Eitt nú gloyma tey at skifta skeribretti, tá tey handfara høsnakjøt og skera salat, og eisini gloyma tey at vaska hendur, tá tey hava nortið við rátt kjøt.
Og TÁ er leiðin ofta vís: Fluks í vesikummuna!
--------------
Ung, sum júst eru flutt heimanífrá, eru í tríggjar ferðir so stórum vanda fyri at gerast sjúk av matbakterium enn børn og ung, sum búgva heima!!
----------------
Reinføri fyri dummies!
• Skift viskustykki og borðlappa HVØNN dag
• Eftir brúk skal borðlappin skolast í heitum vatni og heingjast upp
• Koyr gamlan mat burtur
• Steik matin væl, serliga kjøtfars, malið kjøt og flogfenað, sum skal vera minst 75 stig. Oksakjøt og heilt kjøtstykki av lambi og øðrum kunnu vera rosa
• Lat kjøtið tiðna í ílæti í kuldaskápi, so saftin ikki dryppar á mat og annað. Set kjøt niðast, har er kaldast.
• Matur, sum er klárur at eta, má ongantíð koma í samband við rátt høsnakjøt ella amboð, har kjøtsaft er á
• Íløt, knívar, skeribretti og annað, sum kemur í samband við rátt høsnarkjøt, eiga at verða skáldað áðrenn uppvask
• Høsnarkjøt og annar flogfenaður skal altíð verða gjøgnumstokt. Hetta merkir, at tað skal loysna lætt frá beininum og ikki bløða. Hitin inni við bein á tjúkkasta stað skal verða 75 stig ella heitari
• Matleivdir skulu setast í kuldaskápið sum skjótast
• Upphitaður matur skal hitast til 75 stig ella heitari
• Brúka steikitermometur, tá tú gjørt mat
• Borðlappar, sum verða nýttir til rátt høsnarkjøt, skulu í vask beinanvegin
• Umráðandi er at vaska hendur ofta og serliga væl eftir at tú hevur handfari rátt høsnarkjøt og líknandi
• Turka kjøtsaft upp við pappíri
• Tak ringar og ur av, tá tú arbeiðir í køkinum
• Hitin í kuldaskápinum skal vera í mesta lagi 5 stig
• Koyr matin burtur, um hann er hýggiskotin ella súrur
• Skola frukt, salat, urtir og líknandi, áðrenn tú etur tað rátt
• Blanchera! Legg babymajs, sukurertrar, bønir og líknandi í spillkókandi vatn í ½-1 min., um tú skalt eta tað sum snack
• Minst til, at vøra heldur sær styttri, tá hon er upplatin
• Hav í minsta lagi trý skeribretti: eitt til kjøt, eitt til grønmeti og eitt til alt annað
• Handfar rá egg eins og høsnakjøt – tey kunnu vera fongd við salmonella, sum smittar illa
• Skalt tú brúka rá egg, vel so tey pastauriseraðu, sum eru hitaviðgjørd og óskaðilig
• Vaska kuldaskápið javnan við heitum vatni og klori
-------------------------
Sodan!
Ráur flogfenaður og rá egg skulu altíð verða handfarin sum um tey vóru fongd av sjúkuelvandi bakterium!
-------------------
Ylakkk!!!
1 bakteria kann nørast til 1 millión bakteriur eftir 6 tímum, um maturin stendur frammi!!
---------------------
Kollegiikokkurin
JEPS
Væl kókað epli: Lat eplagrýtuna spruttkóka í 15 minuttir. Sløkk so fyri hitanum og lat eplini standa í vatninum, til tey eru moyr (uml. 30 min.)
-------
Kollegiikokkurin
Ein labur skoristeik
Oksakjøt verður sogt, um tað steikir ov leingi. Tí eru vit mong, sum elska eina reyða/rosa steik. Sostatt skal ein coulotta ikki hava meira enn 45-55 minuttir í ovninum – tilsamans! Sker rútar í feittið og smyr hana við hvíttleyki og grovum salti. Set steikina í lítla bradupannu og byrja við nógvum hita, 225 stigum í 10 minuttir. Dempa so hitan til 160 stig restina av tíðini. Lat steikina hvíla í staniól í minst 20 minuttir, áðrenn tú skerir hana í skivur. Goym soðið til sósina.
Væl í gagnist!
-----------