Ein spurnablaðskanning millum 9. floks næmingar í Føroyum vísa, at tey ungu hava býtt sigarettir út við snús. Tað skrivar Skúlablaðið á heimasíðuni hjá Føroya Lærarafelag.
Kanningin vísir, at 38,2 prosent av øllum teimum spurdu, ið eru 569 í tali, hava roynt snús, harav ein lítil helvt hevur roynt snús seinasta mánaðin.
Hóast snús harvið tykist at vera vælumtókt millum ung, so eru tað alsamt færri, ið roykja. Í 2011 vísti ein kanning, at 18,7 prosent av øllum næmingum roykti dagliga. Tað talið er í dag 8,4 prosent, tað vil siga ein minking á umleið tíggju prosentstig.