Ung í Vági hittast í kjallaranum

Nýtt tilboð fyri ungdóm sær nú dagsins ljós í Vági, og tað er Funny Finn, ið bjóðar Tiltøk til ung í útjaðaranum eru ikki gerandiskostur, men í Vági kemur nú broyting í.

Mikukvøldið verður ein roynd gjørd at bøta um ungdómstilboðini í Vági, og Finn Johannesen, stigtakari, vónar, at tey ungu so við og við taka undir við tiltakinum.

Ætlanin er at hittast í kjallaranum í Missiónshúsinum í Vági, har komast skal saman um hugna, prát, spøl, sang og guitarspæl og chips og dipp.

Tiltakið verður fyrstu ferð mikukvøldið klokkan 21, og er ætlað ungum úr 14 árum og eldri.