Klaksvíkar kommuna játtað fyrradagin á býráðsfundi, at seta eina fjórðings millión av til ?Ung í Arbeiði? í ár. Sostatt sleppur ungdómurin í Klaksvík til arbeiðis í summar og tað fegnast tey um í Klaksvík.
- - Vit minnast, hvussu væl hetta tiltakið fyrr hevur roynst fyri ungdómin, og saknur hevur eisini verið í hesum, eitt nú í fjør, sigur Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, forkvinna í Sosialu Nevnd, ið saman við øðrum nevndarformonnum hevur tikið stig til málið í ár.
Tað er eitt samt býrað, ið tekur undir við avgerðini og Húsið skal umsita skipanina.
- - Tað er tí sera hugaligt, at alt býráðið tekur fult undir við hesum tiltaki í ár, sigur forkvinnan, sum upplýsir, at Húsið fær til uppgávu at umsita skipanina. Við hesi býráðssamtykini kunnu fyrireikingarnar byrja, og tað fegnist eg um saman við øllum býráðnum, sigur Elsebeth M. Gunnleygsdóttur í tíðindaskrivi.










