Ung talentir og gamlir kenningar

Kalla tað bara konsert, leikadagur, undirhald ella barnaveitslu. Tí fitt børn bera navnið væl.

Leygardagin 31. mars verður nógv spennandi at síggja, hoyra og uppliva, tá bjóðað verður til eitt stórt og samansjóðandi barnatiltak í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.

Á skránni verður frískur og góður tónleikur, barnatalent, sangur, undirhald og ymisk spennandi ítriv í høllini. Uttanfyri verður spælipláss, hoppiborgir og stórir spennandi og forvitnisligir bilar

 

Til stóru konsertirnar fara Kular Røtur, Barnakór Musikskúlans, Ung talentir og Trølla Pætur og Omman og Gyklarin Ásbjørn at framføra. Eisini fara Hanniball og Angela, Erling politistur og Jógvan politimeistari at seta dám á dagin. Tað Filmar vísa myndir á stórskíggja og børn fara at undirhalda á smærri pallum. Nógv verður nógv gjørt burturúr at gera økið uttanfyri høllina livandi og festligt.

 

Børn í Føroyum verður leygardagin frá kl. 14.30 – 17.30. Gjørd verða atgongumerki á kr. 50, har alt er íroknað, eisini frukt, ís og kakao, sum børnini fáa í hálvleikinum í hugnaligu barnabarrunum, biða fyrireikarnir frá.