Ung talent sleppa við á fløgu

Nú fáa ungir og óroyndir tónleikarar møguleika at vera við á eini fløguútgávu saman við øðrum úngum tónleikatalentum.

 

Tað er felagið Smart Recordings, ið er farið undir eina verkætlan, sum ber heitið Óskrivað bløð.

 

Talan er um eina fløgu við ungum tónleikarum, har hvør tónleikari innspælir eitt lag. Løgini á fløguni skulu tónleikararnir sjálvir hava skrivað og sent til Smart Recordings.

 

- Endamálið við hesi verkætlanini er at geva ungum tónleikarum møguleika at gera seg galdandi á føroyska tónleikapallinum. Vit meta, at ein slík verkætlan er við til at fáa ungar tónleikarar fram á henda pallin, siga fólkini handan Smart Recordings.

 

Enn er ikki greitt, hvussu nógvir sangir sleppa við á fløguútgávuna, men fólkini handan Smart Recordings velja út tey best samansettu løgini.

 

Til ber at lesa meira um verkætlanina á Facebook síðuni hjá felagnum Smart Recordings.