Í Skopun er alt, sum ein familja ynskir sær og hevur fyri neyðini í tí dagliga, og sum niðursetubygd – og soleiðis yngsta bygd í Sandoynni – er Skopun nakað serligt.
Her komu fólk úr ymiskum heraðshornum, tá bygdin varð bygd, og soleiðis er eisini í dag, nú møguleikarnir at seta búgv í Skopun eru betri enn nakrantíð áður.
Í Skopun er nýggj og stór útstykking, har pláss er fyri fleiri nýggjum sethúsum, og haraftrat er ein íbúðarverkætlan á skrá, sum ein lokalur veitari stendur aftanfyri.
Niðri við havnarlagið í Skopun eru fasilitetirnir teir bestu og rúmastu í Sandoynni. Her eru nýggjar bátabrúgvar, og her er stórt havnarlag, sum rúmar bæði bátum og skipum.
Nú sandoyingar við tunnilssambandinum hava fingið eina nýggja og nógv høgligari farleið, liggur øll samferðsluhavnin í Skopun tøk til aðra nýtslu og onnur endamál.
Havnarviðurskiftini her munnu teljast millum tey bestu og rúmastu í Føroyum í mun til støddina á bygdini, og her eru óendaligir møguleikar til alskyns aktivitetir.
Niðri við bátahylin og nýggju brúgvarnar eru 23 egningaskúrar, og beint norðanfyri Selatraðneystið, sum er ein perla í Skopun, eru átta neyst aftrat.
Á havnarlagnum innast við bátahylin er alment wc við øllum fasilitetum, og her er eisini putliborð, sum kann takast niður, um onkur fer innar at skifta einum pinkubarni.
Skopunar kommuna hevur sína egnu kunningarstovu, sum heldur til í stásiliga Selatraðneystinum, og her fæst kunning um alt tað, sum er og rørist í Skopun.
Á mentanarliga økinum hevur bygdin kirkju, samkomuhús, bygdarhús, undirhús, kampingpláss, ítrivslon, fitnesshøll og onnur mentanarlig støð.
Í Skopun eru eisini handlar, harav tveir matvøruhandlar eru í bygdini.
Á vinnuliga økinum er fiskavirkið flaggskipið, og her er eisini alistøð, grótvirki og ymiskir veitarar av handverksvinnum umframt entreprenørar.
Sum niðursetubygd hevur Skopun eisini átt nógv sjófólk, og tað eru framvegis fleiri, sum sigla við skipum aðrastaðni.
Í Skopun er góður og lutfalsliga nýggjur barnagarður, barnaskúlin er útbygdur, og her er eldrabýli.
Umstøðurnar at seta búgv og búleikast í Skopun eru framúr, og Skopun er av sonnum eitt stað fyri bæði ung, tilkomin og eldri.
##med2##
##med3##
##med4##