Glað, móð og full av upplivingum komu fyri stuttum 44 børn í land av Norrønu. Bólkurin Ung Stjørnuskot er heimaftur komin eftir eina á allan hátt væleydnaða konsertferð til Danmarkar.
Ung stjørnuskot er eitt rúmtiskt kór og orkestur, sum hoyrir til Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla og Tórshavnar Musikkskúla. Tey hava tey seinastu tvey árini javnan havt framførslur m.a. í Norðurlandahúsinum, tá ið jólatræið í Havn varð tendrað, á kvøldskúlaframsýningum, í SMS, á jazzfestivalinum og í Sjónvarpi Føroya. Eisini vunnu tey POP-TOP kappingina í Grasagarði ár 2001. Fýra tónleikalærarar ? Sigrið Sivertsen, Bo Isholm, Jónleif Jensen og Katja Volovelskaja ? eru knýttir at Ungum Stjørnuskotum.
Túrurin gekk fyrst til Sønderrisskolen í Esbjert, har tær donsku vertsfamiljurnar og fyrireikararnir bjóðaðu vælkomin. Sønderrisskolens Kor og Esbjerg Kulturskoles Ungdomsymfoniorkester vitjaðu í Føroyum í fjør summar, og høvdu sum tøkk fyri tað gestablídni, teimum var víst í Føroyum, boðið Ungum Stjørnuskotum á vitjan í Esbjerg.
Tey musikalsku hæddarpunktini á ferðini vóru konsertirnar í Legolandi, í Esbjerg Musikhús, á Sønderris-skúlanum og Sønderho Kirke á Fanø. Har høvdu Ung Stjørnuskot sera væleydnaðar framførslur við eini skrá, ið røkkur frá Beatles, Backstreet Boys og Celine Dion til føroyskar sangir og amerikanskar gospel-sangir.
Ágóðin av einum slíkum túri er ómetaligur. Umframt ta musikalsku menningina, sum týðiliga merkist hjá bæði sangarum og tónleikarum, verða nýggj vinabond knýtt til javnaldrar og familjur í Danmark. Sínámillum eru børnini komin hvørjum øðrum nærri, og teirra sjálvsálit er eisini økt við at uppliva, at tað, sum tey duga, verður virðismett av øðrum.
Uttan hjálp frá einum stórum og virknum bólki av foreldrum og stuðli frá fleiri almennum og privatum sponsorum hevði henda ferðin neyvan verið gjørlig. Stóra tøkk, øll tit, sum hava hjálpt til við at gjøgnumføra hetta tiltakið.
Konsertin »Ung Stjørnuskot á ferð 2002« kann upplivast eina ferð enn mikudagin 15. mai kl. 19.00 í Kommunuskúlaskálanum (auluni). Ókeypis atgongd.









