Ung stjørnuskot er eitt ungdómskór í musikkskúlanum, ið verður stuðla av líka ungum tónleikarum
Eg gangi út frá, at næmingarnir eisini eru úr musikkskúlanum. Tey syngja og spæla ymiskar gospelsligar sangir hjá millum annað Stevie Wonder, Queen og R. Kelly. Eg havi ongantíð verið nakar kórtónleiks-fjeppari. Eg ivist ikki at orduliga góð kór eru til onkrastaðni, men eg havi bara ongantíð hoyrt eitt (live). Ung stjørnuskot koma heilt ok frá uppgávuni, serliga tónleikararnir. Kórið sjálvt sang eisini fínt ? solo-sangararnir ikki so. Kanska best er at hava ?ung? í huganum tá ið ein lurtar. Sangarar og tónleikarar eru enn ungir og hava tí góða tíð at forbetra seg. Ung stjørnuskot royndu at vera eitt gospelkór, men megnaðu ikki at vera meir enn eitt studentakór. Eg ivist ikki í at mongu foreldrini, ið vóru til staðar nutu framførsluna almikið, men framførsluliga ivasami sangurin segði mær tíverri einki.
Arni Zachariassen










