Tíðindaskriv
Leygardagin og sunnudagin fara evnarík ungfólk at vísa síni kynstur á palli í Norðurlandahúsinum. Talan er um ung stjørnuskot, ið royna seg sum so-listar og í bólki. Millum tey kendastu eru Jóannes Lamhauge, ið fekk gjøgnumbrot sum Jósef í sangleikinum um litfagra dreymakotið, og Brandur Enni, ið longu hevur verið heimskendur í Føroyum leingi. Men tað vera so nógv onnur á palli í fyrstu stjørnubreytini, sum Tórshavnar Musikkskúli, Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli, Føroya Musikkskúli og Norðurlandahúsið í felag skipa fyri. Talan er um eitt fjøltáttað tiltak har høvi verður síggja og hoyra solosang, kór, rock, popp, klassiskt og dans.Stjørnubreytin 2004 er eitt spildurnýtt tiltak, sum verður roynt fyri fyrstu ferð, men ætlanin er, at hetta verður eitt afturvendandi høvi hjá evnaríkum ungum at royna seg á palli.Á skránni hesaferð eru: Kamilla Ravnsfjall, Konni Kass Jacobsen, Heini Gilstone Andersen, Benjamin Petersen, Mia Káradóttir, Heiðrun Petersen, Blásarakvintettin, Dávur Juul Magnussen, Break Dance og Paradox. Húsorkestrið er Pauli Poulsen, Bjarni Lisberg, Bárður Poulsen og Búgvi Jónleifsson.Stjørnubreytin 2004 verður leygarkvøldið 22. mai kl. 19.30 og sunnudagin 23. mai kl. 16. Tey, ið skipa fyri vegna stovnarnar, eru Sigrið Sivertsen, Jónleif Jensen og Steintór Rasmussen.