Ung í Reyðakrossi

Í kvøld klokkan 20 verður ein ungdómsbólkur stovnaður í Reyða Krossi, og bólkurin fer beinanvegin til verka at hjálpa neyðstøddum í Japan. Ungdómsbólkurin nevnir seg URK og vendir sær til ung, sum fegin vilja hjálpa fólki í neyð.

 

- Vit fara í framtíðini at skipa fyri ymiskum fjølbroyttum tiltøkum fyri at veita so nógva hjálp sum møguligt, bæði í Føroyum eins væl og aðrastaðni í heiminum, sigur URK.

 

Vegna harða jarðskjálvtan og vatnflóðina, sum rakti Japan stutt herfyri, er tað av alstórum týdningi, at Japan fær so nógva hjálp sum møguligt. Tí verður fyrsta uppgávan í URK at skipa fyri ymiskum tiltøkum at savna pening til tey neyðstøddu í Japan.

 

Fundur verður í kvøld klokkan 20 í hølunum hjá Reyða Krosssi á Bryggjubakka 10 í Havn.

Vilt tú hava meira at vita ella liggur ikki fyri hjá tær at koma mikukvøldið, ert tú hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við Fíu Niclasen tlf. 504440, e-mail: fia_m@hotmail.com ella Esther Margreth Petersen tlf. 275515, e-mail: esthermpetersen@hotmail.com