Ung úr Suðuroy selja mat í Vágsbotni

Til frama fyri námsferð selja næmingar í 2.s í Miðnámsskúlanum í Suðuroy føroyskan mat í Vágsbotni frá klokkan 10 í morgun.

Forkunnug vitjan er komin norður um fjørð í morgun. Talan er um skúlanæmingar úr Miðnámsskúlanum í Suðuroy, sum hava tikið stig til at selja góðan føroyskan mat, fyri ein sámiligan penga, til fólk norðanfjørðs.

Tey ungu siga, at tey selja turran og ræstan fisk, flak, lippur, feska grind, saltgrind, turt- og lakaspik, turt tvøst og skerpikjøt fyri ein góðan prís.

Tey ungu í Miðnámsskúlanum hava fingið stuðul frá vinnulívinum og privatum í Suðuroy.

Endamálið við søluni er at savna pening inn til eina námsferð til Grikkalands.

- Harumframt er endamálið at læra at arbeiða saman, siga tey.

Av øðrum tiltøkum, sum tey hava skipað fyri, kunnu nevnast bilvask, bingo, køkutombola, biografkvøld og dans við Sputnik.