Donsku fríkirkjurnar eru munandi betri enn fólkjakirkjan at vekja íðinskap fyri gudstænastunum.
Hetta vísir ein nýggj kanning frá Center for Ungdomsstudier og Religionspædagogik um hvørji virði og holdningar tey 13-16 ára gomlu hava.
- Tey ungu í fríkirkjunum eru glaðari fyri teirra kirkju enn tey ungu í fólkakirkjuni, staðfestir Søren Østergaard, sum hevur staðið fyri kanningini.
90% av teimum ungu í fríkirkjunum halda, at tað er gott at syngja undir gudstænastuni, meðan samsvarandi tal í fólkakirkjuni einans er 70%. Níggju av tíggju ungum í fríkirkjunum eru eisini nøgd við tónleikin, meðan bert seks av tíggju í fólkakirkjuni eru tað. Her ynskir eisini helmingurin, at tónleikastílurin í fólkakirkjuni verður broyttur.
Hesin munurin er, sambært kanningarfólkunum at finna í tí, at fríkirkjurnar hava góðar royndir við at fáa nútíðar tónleikastílir við í gudstænasturnar.
Eitt er tónleikurin. Annað er prædikan, sum tey ungu í fríkirkjunum eru fegin um. Sjey av 10 siga, at tey kunnu brúka prædikuna hjá prestinum til nakað í gerandisdegnum, meðan bert helvtin av teimum ungu í fólkakirkjuni kunnu siga tað sama.
Ein teirra, ið hevur arbeitt við at skipa gudstænastur fyri tannáringar í Baptistkirkjuni í Aalborg, Dorthe Gjerrild sigur, at neyðugt er at skipa fyri felagsskapi millum tey ungu.
- Virksemið er ikki tað týdningarmesta. Eg trúgvi uppá felagsskapin, ikki eina góða skrá. Tí arbeiða vit nógv við at fáa tey ungu at føla seg vælkomnan í okkara kirkju, sigur hon við Kristelig Dagblad.
Hóast hetta vísir tað seg, at fríkirkjurnar og aðrir barna- og ungdómsfelagsskapir missa limir. Tað tykist trupult at halda fast við áhuga teirra yvir longri tíðarskeið.