Aftur í ár eru føroyingar bodnir við á norðurlendsku summarleguna í Hillerød í Danmark.
Legan er fyri 11 til 14 ára gomul úr Danmark, Finnlandi, Grønlandi, Íslandi, Norra, Svøríki, Álandi, Estlandi, Lettlandi, Litava og Føroyum. Hon verður frá 28.juni til 4.juli.
Summarlegan er í náttúruvøkrum umhvørvi, har sum skipað verður fyri hópinum av uttandura og innandura ítrívum, spølum og ítrótti.
Útferð verður gjørd til Keypmannahavnar, eitt nú í Tivoli.
Prísurin er 1.500,00 kr. umframt ferðina til Hillerød og heim aftur.
Á heimasíðuni
www.nordlejr.dk fæst meira at vita um summarleguna, sum er fyri 90 ung úr 11 londum.
Umsóknarfreistin er til 23. apríl. Umsóknarblað fæst frá Norrøna Felagnum í Føroyum, J.Paturssonargøtu 24 í Havn, tlf. 217999.