Ung og peninganýtsla

Ein kanning um ung og peninganýtslu teirra, sum praktikantar á Sosialinum hava gjørt, vísir peninganýtsluna millum ung í framhaldsdeildini á Venjingarskúlanum í Havn. Meira enn helvtin av teimum spurdu nýta millum 100 og 500 krónur um mánaðin

Sigga-Maria/Fríða

Í vikuni, sum fór, vóru vit úti á Venjingarskúlanum og deildu út spurnarbløð til framhaldsdeildina. Hetta spurnarblaðið snúði seg um peninganýtsluna hjá teimum ungu millum 14 og 17 ár. Vit spurdu 100 ung, nakrar spurningar. Til dømis spurdu vit, um tey hava fartelefon.
Heili 97% hava fartelefon, meðan bert 3% onga hava. Síðan vórðu tey, ið hava fartelefon, spurd, hvussu nógvur peningur verður nýttur til hetta, um mánaðin. Prosentini vóru deild ymisk:

<sum$?$end$!$ 50% nýttu ??????????..50 ? 100 kr.
<sum$?$end$!$ 32,3% nýttu?????????..100 ? 200 kr.
<sum$?$end$!$ 14,6% nýttu?????????..200 ? 500 kr.
<sum$?$end$!$ 3,1% nýttu??????????500 ? hægri.

Eisini spurdu vit, hvussu nógvan pening tey ungu hildu seg brúka í alt, um mánaðin:

<sum$?$end$!$ 8% nýttu???????????undir 100 kr.
<sum$?$end$!$ 57% nýttu??????????...100 ? 500 kr.
<sum$?$end$!$ 18% nýttu??????????...500 ? 1000 kr.
<sum$?$end$!$ 10% nýttu??????????.1000 ? 2000 kr.
<sum$?$end$!$ 7% nýttu??????????...2000 ? hægri.

Og hvat tey brúka peningin til:

<sum$?$end$!$ 18,9% nýttu sín pening til dans og líknandi
<sum$?$end$!$ 28,4% nýttu sin pening til klæðir.
<sum$?$end$!$ 26,3% nýttu sin pening til góðgæti.
<sum$?$end$!$ 26,4% nýttu sín pening til annað, til dømis fløgur og telduspøl og so framvegis.

Fyri at nýta pening, má peningur vera til taks. So vit hildu tað vera viðkomandi at spyrja tey, hvaðani tey fáa peningin, um tey arbeiða ella fáa lummapening. Har var rættliga javnt, 46,2% arbeiða, 49,6% fáa lummapening, meðan 4,2% hvørki arbeiða ella fáa lummapening. Flestu teirra hildu seg hava pening eftir, tá mánaðurin er liðin.

Hugburðsbroyting
Vit fóru eisini út og spurdu nøkur vaksin, hvat tey hildu um peninganýtsluna hjá teimum ungu. Har vóru ymiskar meiningar, men tó vóru øll samd um, at lýsingar ávirkaðu ungdómin. Tey halda eisini, at ung brúka sera nógvan pening uppá mótaklæðir og at fara í býin um vikuskiftini.
Tí settu vit teimum spurningin: "Hvat kundi verðið gjørt, fyri at minka um peninganýtsluna hjá teimum ungu?" Nøkur svaraðu, at kvota kundi verðið sett á kontoina. Onnur hildu fyri, at tey ungu kundu sjálvi vinna sær pening og síðani ráða yvir teimum. Uppaftur onnur hildu, at foreldrini skulu hava ábyrgdina av hesum, meðan ein heilt onnur meining var, at tað er neyðugt at upplýsa tey ungu og harvið gera tey meira tilvitandi um teirra egnu val.
? Tað ræður um, at fáa tey ungu at hugsa meiri um, hvussu tey velja at nýta sín pening,og at læra tey, at tað ikki er neyðugt at "muga hava" tað, sum lýsingar siga er "cool". Og mest av øllum, ræður um at gera tey tilvita um, at tey eru nakað í sjálvum sær, sigur ein av teimum spurdu.

Lýsingar ávirka
Í samband við einari verkætlan, í Eysturskúlanum, var ein okkara við í einum bólki um sama evni, ung og peninganýtsla. Bólkurin var hjá Petur & Petur, Kall og Føroya Tele, og settu nakrar spurningar, um hvussu tey hildu seg ávirka tey ungu. Fyritøkurnar vóru rættliga samdar um, at lýsingarnar skula vera stuttligar og ungdómligar, nakað tey ungu kunnu samanbera seg við. Tí tey ungu í dag vita, hvat tey vilja hava.
Fyritøkurnar, sum rætta seg móti teimum ungu, mugu laga seg eftir krøvunum, ið tey ungu seta.
Henda marknaðarføring hevur stóran týdning fyri at fanga áhugan hjá teimum ungu, vísti tann kanningin millum annað.