Tað angar av máling, tá eg komi inn í forgongina í húsinum á Garðsgøtu 15 á Argjum. Bjørghild tosar í telefon í køkinum, men leggur beinanvegin á og rópar meg inn í køkin, tá hon hoyrir meg koma.
– Stovan var kremlitað – ein flovis-ligur litur, flennir Bjørghild, tá vit seta okkum í sofabólkin í køkinum. 
– So nú mála vit hana hvíta, greiðir hon frá. 
Yvirav okkum hanga trý bíløt av børnunum. Tey eru øll trý flutt heimani-frá, men tað hevur Bjørghild ikki tikið nakran skaða av. 
– Tað er heilt natúrligt, greiðir hon frá, sjálvt um hon viðhvørt leingist eftir ganginum frá børnunum, tá tey sum fyltu húsini við vinfólkum. 
Yngsti sonurin, Rúni, hevur júst keypt sær hús úti á Argjum, so hann er ikki so langt burtur. Og elsta gentan, Jóngerð, býr í Vestmanna við manni og tveimum børnum, meðan Lydia, miðlingurin, býr eitt sindur longri burtur niðri á Vesturbrúgv í Keypmannahavn.
– Vit tosa eisini við Lydiu regluliga, og eg veit altíð, hvar hon er, smílist Bjørghild, tí, um hon sigur: ein mamma er altíð ein mamma. 
– Vit eru enn ung og frí, og tá børn-ini fluttu, komu onnur ting inn í lívið, sigur hon. 
Keyptu stykkið um heystið – fluttu inn í mars
Húsini hjá Bjørghild og Martin Djur-huus eru eini norsk typuhús. Um heystið í 1979 keyptu tey grundstykkið á Garðs--gøtu 15, og longu í mars 1980 fluttu tey inn.   
– Vit gjørdu skjótt av, sigur hon, so vit tóku okkum kanska ikki so góða tíð at hugsa um, hvussu húsini skuldu síggja út, áðrenn vit fóru at byggja. Ein skal hugsa seg væl um, áðrenn ein keypir eini typuhús. 
Vit reisa okkum upp og fara yvir til køkin. Upprunaliga var hann úr træi, men nú er hann hvítur við hvítum múrsteinsveggi. Í 1989 fóru Bjørghild og Martin niðan í HTH at keypa nýtt vask til køkin. Men tey endaðu við at koma heim við einum heilt nýggjum køki og nýggjum gólvi. 
– Det glade vanvid í 80unum, flennir Bjørhild og vísur meg út í hjallin. Her var ein altanur, men hann vendi skeivan veg í mun til sólina og bleiv ongantíð brúktur. Tí bygdu tey hann um til ein hjall, sum Bjørghild heldur vera fantastiskt at hava. Útbygningurin er býttur upp í tvey rúm. Tað fyrra er heilt innilokað, og her stendur frystiboksin, hillar og borð. Uttasta rúmið er van-ligur hjallur við ymiskum mati. 
4500 bøkur 
Áðrenn Bjørghild vísur mær umvaldu barnakømrini, fara vit oman í kjallar-an. Her er ein stór stova við einari rúgvu av bókum. 
– Martin samlar bøkur, sigur Bjørg-hild, hann hevur keypt fleiri bøkur um mánaðan í nógv, nógv ár. Hon metir, at har eru fleiri túsund.
–  Men tað kann hann fortelja, tá hann kemur heim um eina løtu, sigur hon. Martin starvast sum bókhaldari hjá TRIV.
Ommubørnini plaga at spæla í hesari stovuni. Her er ein rúgva av bókum og sjónvarp. Bjørghild kallar stovuna fyri »alrúmið«.
Í kjallarinum hevur Bjørghild gjørt eitt viðtalurúm. Bjørghild starvast hálva tíð sum heilsufrøðingur í Kommunu-skúlanum í Havn, og er nú farin undir at hava viðtalur heima hjá sær sjálvari eisini. 
Eisini hevur hon sítt egna seymirúm í kjallaranum. Hon seymar bæði taskur og annað. 
– Hetta er mítt stað, sigur hon, her siti eg og hugni mær, meðan eg havi Jimmy Reeves frá í gamla stereoannleginum. 
Uppi á er Martin komin heim frá arbeiði. Vit heilsast, og Bjørghild biður hann siga frá, hvussu nógvar bøkur standa í kjallaranum. Hann telur, gangar og plussar og kemur fram til, at har eru einir 130-150 metrar av bókum í húsinum.
– Einar 4500 bøkur, sum eg fari at skráseta, tá eg fari á eftirløn, sigur hann og smílist. 
Meðan Martin setir kaffi útá, vísur Bjørghild mær barnakømrini, sum enn í dag koma væl við. Tað eina hevur hon gjørt um til eitt klædnarúm,  sum bara hon sleppur at brúka. 
– Martin sigur, at eg havi yvirtikið øll húsini, flennir hon. 
Eitt annað barnakamar er gjørt um til kontór. Martin hevur sjálvur smíðað skriviborð og reól. Her brúkar Bjørghild nógva tíð, tí hon er júst farin undir síðsta partin av eini coachútbúgving, sum hon eisini fer at brúka sum ein part av ráðgevingini. 
Martin eigur stovuna
Bjørghild vísur mær vesið, sum Martin sjálvur hevur bygt um. Brúsan múrað, og hvítir, blankir flisar frá Flísuni liggja á gólvinum, har hiti eisini er í. 
Í einum horni av rúminum stendur eitt hornaborð, har øll sminka, krem og annað hjá Bjørghild standa á. 
– Eg eri pennamaður og havi sjálvur gjørt vesið, flennir Martin, tá hann kemur yvir okkara. 
Vit fara út aftur í køkin, har Martin hevur sett kaffi, keks og ost á borðið. Hann vísur mær eitt blað, har ein mynd av Chesterfield møblum  úr mahogni er í. 
– Nú er Bjørghild sloppin av avgera alt annað í húsinum, so eg eri sloppin at eiga stovuna – og hasir møblarnir skulu inn, greiðir hann argandi frá. 
– Ja, mær dámar ikki møblarnar, leggur Bjørghild flennandi afturat. 
Summarhús í Sumba
Martin hevur arvað barndómsheimið í Sumba, og har ferðast hann og Bjørghild fleiri ferðir um árið. Har er einki internet, og tað ber bara til at síggja Sjónvarp Føroya í sjónvarpinum.
– Tað er okkara frístaður, sgur Bjørghild. 
Meðan vit sita og eta, práta vit eitt sindur meira um, hvat skal henda inni í stovuni. 
– Vit mála vindeyguni við højglans máling. Tað ger, at tey verða nógv lættari at vaska, sigur Bjørghild. 
– Tá vit bygdu húsini, vóru risastór vindeygu í stovuni, sum vendu beint oman til grannan. So vit hava sett minni vindeygu í nú. Vit høvdu eisini teppi á gólvinum, sum man hevði í 80unum. Men har varð parkettgólv lagt á ístaðin. Vit hava bara keypt eitt gólv, sum er ov tunt, tað slítist ov lætt, sigur hon. Tey ætla nú at keypa eitt meira massivt gólv. 
– Eg havi altíð ynskt mær ein karnap, men tað ber ikki til í hesum húsinum, sigur Bjørghild, tað verður í næsta lívinum.
Javngamlir grannar 
Tað eru nógv viðurskifti í heiminum, sum Bjørghild og Martin eru sera glað fyri. 
– Grannalagið er so gott, at vit flyta nokk ongan veg, sigur Bjørghild. Flestu nábúgvarnir fluttu higar samstundis sum tey, so tey eru komin at kennast væl. 
– Vit renna ikki inn til hvønn annan dagliga, men vit koma væl út av tí, leggur hon afturat. 
Tá eg spyrji, hvat tey eru mest glað fyri, veit Martin beinanvegin, hvat hann skal svara: 
– Eg verði nokk mest glaður fyri mahogni møblarnar.
– Og eg haldi, at eg eri glaðast fyri seymirúmið, sjálvt um eg ikki hava so góða tíð at sita har niðri, nú eg eri undir útbúgving.  
Vit takka Bjørghild og Martin fyri, at tey lótu heimið upp til eitt prát um, hvussu krøvini til eitt heim broytast, alt eftir, hvar vit eru stødd í lívinum. Tey bæði eru í øllum førum livandi prógv um, at vit meiri enn so kunnu fylla húsið við lívi og virksemi, hóast børnini eru flutt út.
– Nú er Bjørghild sloppin av avgera alt annað í húsinum, so eg eri sloppin at eiga stovuna – og hasir møblarnir skulu inn, argar Martin og vísir okkum myndina av Chesterfieldmøblunum
Ja, mær dámar ikki møblarnar, flennir Bjørghild









