Tað verður ungi aktivisturin, Gretha Thunberg, og verðurlags-mótmælisrørslan, Fridays for Future, sum fáa samvitskuvirðislønina hjá Amnesty International í ár.
Tað eru tey, sum hava tikið stig til umfatandi mótmælini kring allan heimin, har tey krevja, at politikarar taka veðurlagsbroytingarnar í størri álvara.
– Amnesty stuðlar ungu røddunum og teirra rættindum til at gera sína rødd galdandi, sigur felagsskapurin í eini fráboðan í dag.
Tey ungu skulu ikki bara vera framtíðar leiðarar, tey skulu verða dagsins leiðarar og vit skulu lurta eftir ungu røddunum og taka tær í álvara, verður lagt afturat.
Samvitskuvirðislønin er ein heiður, sum Amnesty letur einstaklingum ella bólkum, sum hava gingið undan og víst serligt dirvi at verja menniskju og rættindi teirra.
Kumi Naidoo, altjóða aðalskrivari hjá Amnesty sigur, at hon kann ikki hugsað sær nakran, ið hevur heiðurslønina betur uppiborna enn júst Gretu Thunberg og “Fridays for Future”.
Heiðurslønin hjá Amnesty International varð fyrstu ferð givin í 2002. Onnur, ið hava fingið hendan heiður eru Nelson Mandela, Malala Yousafzai, Harry Belafonte, Ai Weiwei, Alicia Keys og Colin Kaepernick.