Ung kvinna sveittar blóð

Tá 21 ára gamla italska kvinnan varð innløgd, hevði hon als eingi tekin um sár, men kortini fossaði blóðið av andliti hennara, tá hon byrjaði at sveitta.

 

Flestu munnu halda, at vanligur sveitti kann vera irriterandi, men fyri eina 21 ára gamla italska kvinnur, sum ynskir at vera ónevnd, er hennara sveitti ein rættiligur trupulleiki, ið hevur ført hana út í tunglyndi.

 

Tað eru tveir italskir húðlæknar, sum sambært CNN í tíðarritinum CMAJ skriva um italsku kvinnuna, sum sveittar blóð um andlit og hendur.

 

Húðlæknarnir, Roberto Maglie og Marzia Caproni, hava havt hina 21 ára gomlu í viðgerð á Universitetssjúkrahúsinum í Firenze.

 

Tá kvinnan varð innløgd, hevði hon als eingi tekin um sár, men kortini fossaði blóðið av andliti hennara, tá hon byrjaði at sveitta.

 

Hetta vardi frá einum minutti til fimm minuttir, og síðan sveittaði hon ikki blóð meira, og hetta hendi, bæði tá hon var likamliga virkin og onkuntíð eisini, meðan hon svav.

 

Trupulleikin byrjaði fyri trimum árum síðan, og blóðsveittin hevur síðan ført til nógv tár, eins og unga kvinnan hevur fingið tunglyndi at dragast við orsakað av støðuni.

 

Eftir eina røð av kanningum, staðfestu læknarnir, at kvinnan líður av eini sjaldsamari sjúku, nevnd hematidrose, sum elvir til slík útbrot av blóðsveitta.