TIL ARBEIÐIS
Arbeiðsdagurin hjá Onnu Jakobsen er langur. Handilin letur upp klokkan 10 og er opin til klokkan 17.30 allar vanligar yrkadagar. Allar hesar tímarnar er hon fyri tað mesta einsamøll í handlinum. Annan hvønn leygardag kemur Snæbjørn Hansen, sum eigur handilin saman við Onnu, heim úr Havn og tekur yvir. Snæbjørn er annars í fulltíðarstarvi hjá Vøruhúsinum í Havn, har hann hevur arbeitt í mong ár.
- Eftir at Vøruhúsið í Saltangará hevði verið stongt í eina tíð, stovnaðu vit bæði Sp/f Jakobsen & Hansen við tí endamáli at lata Vøruhúsið uppaftur. Vit fingu leigumál í niðastu hædd í bygninginum, har matvøruhandilin Brotið er, og her húsast vit á umleið 200 fermetrum, sigur Anna Jakobsen.
Vøruhúsið flutti soleiðis niðan um vegin, og annar handil flutti inn, har Vøruhúsið var áður.
Byrjaði blaðung
Anna, sum bert er 27 ára gomul, hevur fingist við handil, síðan hon var eini 14 ára gomul.
- Eg byrjaði at hjálpa til í handlinum hjá Samvinnufelag Fiskimanna í Havn longu, meðan eg gekk í framhaldsskúla, og eg var knýtt at handlinum á Bryggjubakka í eini 6-7 ár tilsamans, sigur hon.
Seinnu árini, áðrenn hon og Snæbjørn stovnaðu smápartafelagið og fóru undir handilin í Saltangará, arbeiddi hon fyri Vøruhúsið, bæði á Hjalla, í Klaksvík og seinastu mánaðirnar í Saltangará, har hon eisini var handilsleiðari.
- Eg var soleiðis í starvi hjá Vøruhúsinum í eini trý ár tilsamans, meginpartin av tíðini á Hjalla, sigur hon.
Máling og búnýti
Tá gólvplássið í nýggja Vøruhúsinum í Saltangará ikki er óavmarkað, leggja Anna og Snæbjørn dent á máling, sum serliga selir nógv um summarið og búnýti. Høvuðsmerkini í máling eru sadolin og pinotex.
- Vit hava onkrar smámøblar, men ikki stórar sofur, skenkar og slíkt, sum tekur nógv pláss. Vit liggja heldur ikki inni við gólvum, men hava gólv-prøvar, so viðskiftafólk kunnu síggja, hvat úrvalið er.
Anna sigur, at tá Vøruhúsið sendir út lýsingarblað, eru allir handlarnir saman um blaðið. Skipanin er hon, at tær vørur, sum eru við í blaðnum, kunnu bíleggjast á øllum deildum – og soleiðis eisini í Vøruhúsinum í Saltangará.
- Vit syrgja sjálvi fyri og gjalda fyri flutningin, og tað er javnan, at bilur er her inni við vørum, sum vit bíleggja fyri viðskiftafólk á Hjalla, leggur hon aftrat.
Tað er tó einki, sum forðar handlinum í Saltangará í at gera egnar lýsingar og lýsa sjálvi, og tað gera tey eisini viðhvørt, tá okkurt er, sum beinleiðis hevur við handilin í Saltangará at gera.
- Tá vit byrjaðu í mai, gjørdu vit nakað burtur úr fyri at markera, at handilin er latin upp, sigur hon.
Nógv til jólar
Anna Jakobsen sigur, at nú tað stundar til jólar fara tey at taka nógv jólapynt og ymiskt við tilknýti til jólini heim.
- Vit hava longu fingið nokso nógv av jólapynti, men fáa nógv aftrat, sum dagarnir ganga.
Hon sigur, at handilin eisini hevur eitt breitt úrval av búnýtisvørum, ið snúgva seg um alt frá kaffimaskinum til pannur, grýtur, hárturkarar, fastnetstelefonir og fløguspælarar.
- Hetta eru fyrstu jólini, síðan Snæbjørn og eg fóru undir egnan og sjálvstøðugan handil, og vit eru sjálvsagt spent eftir at síggja, hvussu jólasølan verður.
Anna sigur, at arbeiðsdagurin hjá henni er rættiliga langur, og tá tað fer at stunda til jólar, og handlarnir fara at hava longri opið, kann hon ikki einsamøll taka sær av viðskiftafólkunum allar tímar og dagar, meðan opið er.
- Vit arbeiða tí við at fáa eitt fólk aftrat at hjálpa okkum, leggur hon aftrat.
Anna ásannar tó, at tað er ein serlig kensla við einum longum arbeiðsdegi, tá tú veitst, at hetta er fyri tína egnu fyritøku.
Ymisk tilboð
Snæbjørn fekk sína handilsútbúgving í Vøruhúsinum. Anna er ung við ongari handilsútbúgving, men hevur drúgvar royndir á økinum.
- Eg tók FHS-prógv á Føroya Handilsskúla í Havn í 2005. Havi ofta ætlað mær at tikið eina handilsútbúgving, men hvørja ferð hevur okkurt tilboð verið á tapetinum sum gjørdi, at eg valdi at bíða. Nú má framtíðin so bara vísa, hvussu verður, men dreymurin er framvegis ein útbúgving, sigur hon.
Anna og maðurin, sum hon býr saman við á Kambsdali, eiga eina 4 ára gamla dóttir. Foreldrini hjá Onnu eru Eyðbjørn Jakobsen, sum er pensjóneraður portørur og Ása, sum doyði fyri trimum árum síðan.
Í Sp/f Jakobsen & Hansen, sum eigur Vøruhúsið í Saltangará, er Snæbjørn Hansen stjóri og Anna Jakobsen er nevndarformaður.